Katrin Dahl klutrað kontantgjaldið

Trímannabólkurin, sum settur varð at viðgera kontantgjald í samband við barnaansing í Havn, er biðin um at gera alt arbeiðið umaftur, tí so lítið skil var í tí, bólkuirn legði fyri samgonguna í Tórshavnar Býráð, sigur Tórfinn Smith, býráðslimur fyri Javnaðarflokkin

? Tað er als ikki rætt, at samgongan í býráðnum er samd um at sleppa treytini um, at mamman skal vera heima hjá barninum fyri at fáa kontantgjaldið, sigur Tórfinn Smith, sum er býráðslimur Í Havn fyri Javnaðarflokkin.

Hetta sigur hann í viðmerking til tað, sum Katrin Dahl, ið er næstformaður í Sosialu nevnd og virkandi formaður komandi sløku tvær vikurnar afturat, meðan Elin Lindenskov er í farloyvi, hevur sagt.

Tað var við útvarpið, at Katrin Dahl fyrradagin segði, at semja nú var í samgonguni um at sleppa kravinum um, at kontantgjaldið var treytað av, at mamman var longri heima hjá barninum.

? Fyri tað fyrsta er als einki hald í tí, at samgongan hevur broytt støðu. Fyri tað næsta, so stríða hasi sjónarmiðini hjá Katrini Dahl beinleiðis ímóti tí, sum vit hava avtalað í samgonguni, sigur Tórfinn Smith.

Hann sigur, at hugskotið við kontantgjaldinum var at leingja barnsburðarfarloyvið.

? Hetta var onnur treytin, sum gjørdu, at vit kundu taka undir við málinum. Hin var, at vit á henda hátt fingu minkað bíðilistan.

Tórfinn Smith vísir á, at argumentatiónin nú fullkomiliga fellur burtur - út frá tí, sum Katrin Dahl førir fram. Hann leggur eisini afturat, at røddir nú eru frammi um, at barnið heldur ikki nýtist at vera á bíðilistanum fyri at fáa kontantgjaldið.

? Nú haldi eg, at tað bara er ein treyt afturat, sum tey kunnu taka burtur: At tú yvirhøvur skalt hava nakað barn fyri at fáa kontantgjaldið, heldur Tórfinn Smith.

Býráðslimur Javnaðarfloksins sigur eisini, at hetta kontantgjaldið ikki júst er hansara lívrættur.

? Sjálvur gekk eg við til hetta í eini neyðsemju við Fólkaflokkin - fyri at stytta um bíðilistan, og fyri at mamman fekk møguleika at verða longri heima hjá barninum.

Tórfinn Smith sigur, at Katrin Dahl kom á samgongufund við úrslitinum av tí, sum trímannabólkurin, ið settur var at fyrireika málið, var komin til.

? Men tað var so lítið skil í tí, sum bólkurin var komin til - arbeiðið var so illa úr hondum greitt, at tey vóru biðin um at gera arbeiðið umaftur - tískil varð málið eisini tikið av skránni til býráðsfundin í gjárkvøldið, sigur Tórfinn Smith.