Borgarstjórin í Hvannasundi, sum hevur traðkað barnaskógvarnar í Tróndargøtu í Havn, situr trygg í sessinum eftir valið í kvøld.
Katrin M. Næs úr Havn fekk eitt framúr val, tá atkvøðurnar í Hvannasundi vórðu taldar upp í kvøld. Listi A, har sitandi meirilutin hevði skipað seg, vann fýra av fimm bygdarráðslimum, og sjálv fekk Katrin 71 av teimum íalt 241 atkvøðunum, sum vórðu greiddar.
Umframt Karin eru umboðini á lista A Jákup Martin Poulsen, Irdi Jacobsen og Livar Nysted. Allan Simonsen varð valdur fyri lista B.