Katrin Jakobsdóttir verður forsætisráðfrú í Íslandi

Ísland fær eina grøna forsætisráðfrú. Eftir langar samráðingar er greitt, at tað verður Katrin Jakobsdóttir úr Vinstru Grønu, sum verður forsætisráðfrú

Ísland fær eina grøna forsætisráðfrú. Eftir langar samráðingar er greitt, at tað verður Katrin Jakobsdóttir úr Vinstru Grønu, sum verður forsætisráðfrú. Tað skrivar Reuters.

 

Í nýggju samgonguni í Íslandi eru Vinstri Grøni, Sjálvstaðisflokkurin og Framburðsflokkurin.

 

Val var í Íslandi síðst í oktober. Men ikki fyrr enn nú hava tey funnið semju um at skipa stjórn.

 

Fyrst í november slitnaðu samráðingarnar.

 

Men nú hevur 41 ára gamla Katrin Jakobsdóttir vunnið álitið at gerast forsætisráðfrú. Hon er ein ungur politikari á veg fram.

 

Nógvar gølur hava verið í Íslandi seinastu árini. Stjórnin, sum nú verður skipað, er tíggjunda stjórnin seinastu tíggju árini.

 

Val varð útskrivað í ótíð, tí at flokkurin Ljós framtíð tók seg úr borgarligu stjórnini hjá Bjarna Benediktssyni, tá tað kom fram, at pápi hansara hevði roynt at gjørt sær dælt av ávirkanini við at fáa ein pedofildømdan vin strikaðan úr kriminellu skrásetingini.

 

Ljós Framtíð varð sópað úr Altinginum á valinm 28. oktober. Tey fingu bara 1,1 prosent av atkvøðunum.

 

Flokkurin hjá Bjarna Benediktsyni, Sjálvstaðisflokkurin, fór 3,8 prosent aftur og fekk umleið fjórðu hvørja atkvøðu.

 

Fyrrverandi forsætisráðharrin, Sigmundur Dávið Gunnlaugsson, var í fjør noyddur at fara frá vegna skuldsetingar um skattaundandrátt. Sakin kom fram í kjalarvørrinum av almannakunngerðingini av sonevndu Panama-skjølunum um pengar í skattaskjóli.

 

Eftir valið í fjør tók tað tríggjar mánaðir at finna meiriluta fyri stjórn, sum bara sat í knapt ár.

 

– Tað tykist at vera vaksandi ójavnvág í íslendskum politikki. Fólk óttast, um tað fer at bera til at skipa eina stjórn, segði Arnar Thor Jonsson, juraprofessari við lærda háskúlan í Reykjavík, við AFP í oktober.

 

/ritzau/