Katrin Kallsberg fer at halda røðu

Eins og undanfarin ár, fer Visit Runavík aftur í ár saman við Skótunum við Løkin at skipa fyri grækarismessuhaldi í Runavík.

Eins og undanfarin ár, fer Visit Runavík aftur í ár saman við Skótunum við Løkin at skipa fyri grækarismessuhaldi í Runavík. Hetta plagar at vera ein hugnaligur dagur við røðu og tónleiki.

 

Í ár verður grækarismessuhaldið hildið undir bestu umstøðum í Skótahúsinum við Løkin í Runavík mánadagin 12. mars klokkan 17.

 

- Tiltakið byrjar við, at skótarnir ganga skrúðgongu frá Skúlanum við Løkin til Skótahúsið við Løkin, har Katrin Kallsberg, løgtingskvinna, fer at halda røðu, og Nes Sóknar Musikkfelag fer at spæla.

 

Í Runavíkar kommunu siga tey, at tiltakið varar í umleið ein tíma, og endað verður við, at øll í felag fara at syngja sangin "Tjaldur ver vælkomið".