Katrin Olsen vann World Cup-stevnu

Um vikuskiftið tók rógvarin, Katrin Olsen, lut í stóru World Cup-stevnuni í Linz í Eysturríki. Her skuldi hon, saman við Juliane Elander, vera við í kappingini hjá lættvektsdupultscollarinum hjá kvinnum. Útlitini vóru tó helst ikki tey bestu hjá danska bátinum, tí við í kappingini vóru m.a. heimsmeistararnir úr Kina og HM-bronsuvinnararnir úr Grikkalandi. Danski báturin fekk eina heldur vánaliga byrjan uppá finaluumfarið, og eftir 1000 metrum lógu tær á einum fimta plássi. Eftir hetta vendi gongdin tó hjá Katrin og Juliane. Løtu seinni høvdu tær vunni ðseg uppá fyrsta plássi, og hetta plássið hildu tær allan vegin á mál. Sostatt gjørdust Katrin og Juliane vinnarar av fyrstu World Cup-stevnuni í ár.