Kavarok stongt floghavnirnar í New York

Eitt djúpt lágtrýst, sum fer norður við amerikonsku eysturstrondini, hevur havt nógvan kava við sær, og tað hevur órógvað alla samferðsluna í fleiri statum. Í New York er so nógvur kavi komin niður, at myndugleikarnir gjørdu av lata tær stóru floghavnirnar, John F. Kennedy, La Guardia og Newark.

Tað ber í sær, at einki flogsamband er millum New York og útheimin, men myndugleikarnir vænta, at floghavnirnar verða latnar uppaftur umleið klokkan 21 í kvøld okkara tíð, tí tá fer veðrið væntandi at batna.

Floghavnirnar í Boston og Philadeplhia eru framvegis opnar.