Tað hevur kavað illa í landnyrðingspartinum av USA, og sambært myndugleikunum hevur illveðrið kostað trý mannalív. Eitt nú doyði ein 20 ára gamal maður í býnum Springfield, tá ein háspenningarleidningur datt oman yvir hann. Tíðindastovurnar skriva, at umleið 2,3 milliónir fólk hava mist streymin.
Í New Jersey, har ein hálv millión fólk sita í streymloysi, hevur guvernørurin, Chris Christie, lýst statin í undantaksstøðu.
Amerikonsku veðurmenninir siga, at tað er sjáldan, at tað kavar so illa í landnyrðingspartinum av landinum longu í oktober. Vanliga er eingin kavi í eitt nú Boston fyrr enn í november, og í New York og Philadelphia plaga fólk ikki at síggja kava fyrr enn í desember.