Ein kavbátur, sum verður brúktur til at senda ferðafólk djúpt niður undir vatnskorpuna fyri at síggja vrakið av »Titanic«, er horvin í Atlantshavi.
Ein leiting og bjarginaratsókn ser sett í gongd.
Tað váttar privata felagið OceanGate Expeditions, sum eigur kavbátin.
– Fokus okkara er á manningina í kavbátinum og familjur teirra, skrivar OceanGate Expeditions í einum boðum sambært bretska BBC.
Tað er ikki greitt, hvussu nógv fólk eru í kavbátinum. Men tað slagið av fari, sum felagið nýtir á so djúpum havi, kunnu hava upp til fimm persónar umborð.
Túrarnir niður til vrakið av heimsins mest víðagitni skipsvrak, sum OceanGate Expeditions selur, kosta eina fjórðings millión dollarar. Tað svarar til 1,7 milliónir krónur.
Tað skrivar BBC av heimasíðu felagsins.
Tað slagið av ferðum vara í tilsamans átta dagar og íroknað er eitt »dúkk« niður til »Titanic«, sum liggur á 3800 metra dýpi.
Túrurin niður á havbotnin og upp tekur umleið átta tíma hvønn vegin, skrivar BBC.
»Titanic« sakk 15. apríl í 1912, tá tað hevði siglt á eitt ísfjall á jomfrútúrinum.
Tá var tað heimsins størsta ferðafólkaskip.
Av teimum 2200 fólkunum og manning, sum var umborð, doyðu yvir 1500ø
Vrakið liggur nú á 3800 metra dýpi í Atlantshavi, umleið 690 kilometrar í ein landssynning úr New Foundlandi í Kanada.
Vrakið varð funnið á heimsins botni í 1985.
Fleiri vísindaligar kanningar hava verið við vrakið á »Titanic« síðani tá.
Tey seinnu árini er tað vorðið gjørligt hjá ferðafólki at verða søkt niður í einum serliga bygdum kavbáti at síggja vrakið.
/ritzau/