Kaviar-styrjan ovfiskað

Stovnurin av beluga-styrjuni í Kaspiska Havinum, sum er heimskend fyri rognini í tí svarta kavarinum, er illa fyri, tí royndin eftir hesum virðismikla fiskaslagnum hevur verið alt ov stór.

Russiskir og amerikanskir fiskifrøðingar hava kannað stovnin, og teir siga, at hann er bara 10 prosent av tí, sum hann var fyrr.

Tey svørtu rognini úr beluga-styrjuni eru nógv tey dýrastu rognini í heiminum. Eitt kilo kostar umleið 8.000 dollarar.

Beluga-styrjan kann gerast meiri enn 100 ára gomul, men hon er ikki kynsbúgvin, fyrr enn hon er millum 10 og 20 ár.