Nú kemur kuldin av álvara í Danmark, og tað verður kuldi alt samdøgnið. Tað verður ikki bara bítandi kalt, men nógvastaðni kring landið kann eisini roknast við kava, helst tað mesta av einari viku.
Roknast kann við, at mesti kavin fer at koma niður á Bornholm, har vaktleiðarin hjá DMI, Janne Hansen, væntar, at kavin teir næstu dagarnar kann gerast upp í hálvan metur høgur.
- Tað verður kavi á Bornholm. Tað er so heilt sikkurt, og helst verður kavi í eina heila viku. Sum dagarnir ganga, kann kavin á Bornholm gerast út við hálvan metur høgur.
Hon vísir á, at við tað, at tað eisini verður kalt, fer kavin at liggja so hvørt, sum ælini ganga, men tað verða ikki tær heilt stóru nøgdirnar av kava, sum koma niður í senn.
- Á Bornholm fer vindurin at veksa mánanáttina, og roknast kann tá við jarðroki. Tað verður tó ikki soleiðis, at alt Danmark kann rokna við eins nógvum kava, sigur Janne Hansen.
Sambært vaktleiðaranum hjá DMI verða tað serliga tey øki í Danmark, sum liggja móti norði og eystri, ið fara at fáa kava, og har tað verður kaldast, kunnu kuldastigin koma niður í 12 stig.