Kavin liggur tjúkkur á fjarskotnu oynni Hopen

Ein fylgisveinamynd vísir kavaklæddu norsku oynna Hopen, sum liggur fjarskotin í Barentshavinum.

Hopen er ein long og smøl oyggj í landsynningspartinum av Svalbard.

 

Oyggin og havið kring hana eru friðað sum partur av Hopen-friðlandinum. Økið er eitt týdningarmikið livøki hjá sjófugli og ísbjørnum – serliga tá havísur legst kring oynna.

 

Myndin varð tikin av einum av Sentinel-2-fylgisveinunum hjá Copernicus 31. mai í ár.

 

Á myndini síggjast kavaklæddu fjallarøðirnar sum ein long, ljós rond í myrka havinum. Fram við pørtum av strondini hevur sjógvurin ein turkisligan lit, meðan bogaskapaðar ísrendur síggjast eystan og landnyrðing úr oynni.

 

Upplýsingar frá Copernicus verða millum annað nýttar til at kortleggja havís, fylgja við kavaklæðinum og skráseta broytingar í sjónum fram við strondunum.

 

Mynd: ES/Copernicus Sentinel-2