Morgunflogfarið hjá Atlantic Airways við ætlaðari fráferð 8.15 stendur enn í Vágum, nógvi kavin á breytini forðar fráferðini. Men líkindini tykjast nú at vera batnaði. Roynt verður at grava og busta av flogbreytini, siga fólk av flogvøllinum. Nú er veðrið vorðið eitt sindur betur, og av flogvøllinum verður sagt, at ferðafólki er í flogfarinum, har tey bíða til floglíkindi eru til vildar. Higartil hava tey bíða í útvið trý korter í kalda flogfarinum.