Keðilig gongd

Gongdin hjá VÍF hevur ikki verið tann besta í endaspælinum. Í teimum níggju dystunum er tað bert blivið til níggju stig hjá oddaliðnum

VÍF er helst mest sigursvanda felagið í Føroyum síðstu 15 árini. Felagið hevur vunnið fleiri meistaraheiti umframt onkra steypakapping, og í so máta hevur árið í ár ikki verið nakað undantak.
VÍF hevur ligið á odda í bestu mansdeildini mest sum allan vegin, men í endaspælinum hevur gongdin tó ikki verið tann besta. Av teimum fyrstu níggju dystunum hevur VÍF bert fingið níggju stig, og hetta hevur gjørt, at fleiri lið hava trýst VÍF í teirra royndum at røkka finaluni.
Leygardagin tapti VÍF so aftur, men úrslitini hetta vikuskiftið lagaðu seg tó soleiðis, at VÍF allíkavæl er klárt til finaluna. Onkur ónøgd hevur tó helst verið um svingandi úrslitini, tí í morgun sendi VÍF tíðindskriv út, sum segði, at samstarvið millum felagið og venjaran er steðgað.
Úrslitini hjá VÍF hava annars verið hesi í endaspælinum:

VÍF – StÍF28-21
KÍF – VÍF29-22
H71 – VÍF34-44
VÍF – Neistin28-28
Kyndil – VÍF35-30
StÍF – VÍF29-36
VÍF – KÍF26-27
VÍF – H7143-28
Neistin – VÍF36-28
VÍF – Kyndil ?-?