Keane tapti fyrsta dystin fyri Celtic

Tað gjørdist ein vána byrjan, ið Roy Keane fekk við nýggja felagnum Celtic
Celtic tapti nevniliga sunnudagin fyri einum liði úr næstbestu deildini í skotsku FA steypakappingini. Celtic hevði eina yvirkomiliga uppgávu á útivølli ímóti Clyde, men tað gjørdist heimaliðið, sum lá omaná.
Clyde vann nevniliga 2-1 eftir at hava verið frammanfyri 2-0 í steðginum. Tað var ikki fyrr enn tíggju minuttir vóru eftir, at Celtic minkaði um munin, men Clyde megnaði at halda fast um sigurin. Tað var eisini Clyde, ið sat á dystinum fyri steðgin, tá tað eisini eydnaðist at leggja seg framum.
Hetta gjørdist sostatt ein snópislig byrjan fyri Roy Keane í grøna Celtic búnanum.