Hvar og hvussu fert tú at halda nýggjár?
- Sum siðvenja er, fara vit at halda nýggjár saman við okkara grannum, sum altið plagar at vera so sera hugnaligt og gott.
Tað sigur Annika Olsen.
Hon vísir á, at Eigarafelagið undir Brúnni plagar at skipa fyri báli, fýrverki og gløggi klokkan 21, sum er ein fastur táttur hjá teimum at fara til.
- Tíverri er hetta avlýst í ár vegna veður, men betur er at vera fyrivarnin, tá veðrið ikki er til vildar.
Hvat var tað besta, sum hendi í 2025?
- Tað besta, sum hendi í árinum, var høvi at runda tey 50 árini og hava eina stóra veitslu fyri familju, vinum og kenningum. Lítið vita vita um, hvat lívið hevur at bjóða, og tí er umráðandi at feira teir merkisdagar, ið eru og takka fyri lívið.
Annika Olsen viðgongur, at hon var bæði rørd og takksom fyri øll tey mongu, sum vóru í føðingardegi og sum gjørdu dagin til nakað heilt serligt fyri hana.
Hon vil eisini nevna eitt annað gott, sum hendi í árinum.
- Í einum heimi, sum annars er fyltur við nógvum óndskapi og meiningsleysum kríggjum, var tað ein glotti at síggja Ahmed al Ahmed, sum valdi at ofra seg sjálvan fyri at taka valdið á byrsumanninum, sum var farin at skjóta frá hond á Bondi Beach fyrr í mánaðinum.
Annika vísir á, at her forðaði djarvi maðurin fyri, at enn fleiri sakleys menniskju lótu lív, og hann stendur eftir sum ein glotti og viti fyri medmenniskjaligheitini í 2026.
Og hvat var tað keðiligasta?
- Tað keðiligasta í árinum er at síggja foreldrini, sum annars alt lívið hava verið so virkin og røsk, gerast sjúk og gomul.
Hvørjar vónir hevur tú fyri 2026?
- Eg vóni, at familjan fer at hava tað gott og vera frísk. Eg gleði meg til, at vit sum familja fara til Georgia í brúdleyp í august, tá svágurin skal giftast.
Gevur tú eitt nýggjárslyfti?
- Eg plagi ongantíð at geva nýggjárslyfti, men í ár fari eg at seta mær sum mál at hugsa um heilsuna, vera meira virkin, eta sunt og minka um nýtsluna av fartelefonini.
At enda vil Annika Olsen ynskja øllum føroyingum eitt av Harranum vælsignað nýggjár, og hon takkar fyri brátt farna árið.










