Í USA eru stjórnin og fyrrverandi forsetin Bill Clinton farin at keglast um, hvør teirra gjørdi meiri fyri at beina fyri Osama bin Laden, áðrenn al-Qaeda søkti at USA tann 11. september í 2001.
Bill Clinton vísir á, at tað var um reppið, at amerikanararnir beindu fyri bin Laden, tá USA sendi fleiri rakettir eftir venjingarstøðum í Afghanistan. Tá var Clinton forseti, og hann heldur, at stjórnin hjá Bush gjørdi alt ov lítið fyri at beina fyri bin Laden, eftir at hon hevði tikið við í januar í 2001. Hann fýlist serliga á, at Bush-stjórnin ikki raknaði við, tá hon í august í 2001 fekk at vita, at al-Qaeda fyrireikaði álop á USA. Clinton sigur eisini, at var hann forseti nú, høvdu minst 20.000 amerikanskir hermenn verið í Afghanistan og leitað eftir bin Laden.
George W. Bush, forseti, hevur ikki gjørt nakrar viðmerkingar til orðini hjá undanmanni sínum, men Condoleezza Rice, uttanríkisráðharri, sigur, at Bush-stjórnin gjørdi minst líka nógv sum stjórnin hjá Clinton teir átta mánaðarnar undan atsóknini at World Trade Center og Pentagon.