Norsk hjálparfólk í Kekenia siga, at umleið 100.000 kekenar eru í Ingosjetia nú, og at tey liva undir sera vánaligum umstøðum. Nógv búgva í húsvognum, tokvognum ella tjøldum, og mong eru sjúk. Hjálparfólkini siga eisini, at russiski herurin hevur kringsett fleiri av flóttafólkalegunum í Ingosjetia.
Teir kekenar, sum búgva í Russlandi, hava eisini kent sviðan av gíslatøkuni í Moskva. Vesturlendskir tíðindamenn siga, at í Moskva hevur løgreglan gjørt seg inn á fleiri ósekar kekenar.