Amerikanskir miðlar skriva leygardagin, at eitt flogfar við Nicolas Maduro, forseta í Venezuela, er komið til støðina hjá tjóðarverjuni Stewart Air nærhendis New York. - Mynd: Abc Affiliate Wabc/Reuters

Kelda: Minst 40 dripin í amerikanskum átaki í Venezuela

Ein høgur embætismaður í Venezuela, sum er dulnevndur, sigur við The New York Times, at í minsta lagi 40 fólk eru dripin.

Amerikanskir miðlar skriva leygardagin, at eitt flogfar við Nicolas Maduro, forseta í Venezuela, er komið til støðina hjá tjóðarverjuni Stewart Air nærhendis New York. - Mynd: Abc Affiliate Wabc/Reuters

Í minsta lagi 40 fólk lótu lív í einum amerikanskum átaki í Venesuela í nátt, har forsetin í landinum, Nicolas Maduro, og kona hansara vórðu tikin til fanga og flutt til USA.

Tað sigur ein ónevndur venezuelanskur embætismaður við amerikanska miðilin The New York Times.

Millum tey deyðu vóru bæði herfólk og sivilfólk, sigur embætismaðurin, sum verður lýstur sum ein høgur embætismaður.

Venezuela hevur ikki alment staðfest talið av deyðum og særdum, eftir at USA fór undir átakið umleið klokkan tvey lokala tíð í høvuðsstaðnum í landinum, Caracas, og fleiri øðrum landspørtum.

Fyrr leygardagin segði varaforsetin í Venezuela, Delcy Rodriguez, at fleiri venezuelanskir hermenn og sivilfólk hava latið lív. Hon nevndi tó ikki eitt ávíst tal.

Amerikanski forsetin, Donald Trump, boðaði fyrr leygardagin frá, at eingin fólkaskaði var á amerikansku síðuni.

Suðuramerikanski forsetin og kona hansara vóru heima hjá sær sjálvum innan fyri herstøðina Fuerte Tiuna, tá tey vórðu tikin av amerikanskum hermonnum.

Amerikanska síðan fer at tryggja, at valdsskifti verður í Venesuela. Tað segði Trump fyrr leygardagin á einum tíðindafundi.

Forsetin greiddi ikki nærri frá, hvussu hetta fer at henda.

Amerikanska álopið kom eftir fleiri mánaðir við spenningum millum londini, har amerikanski herurin hevur framt fleiri deyðilig álop á meintar rúsevnisbátar.

Donald Trump hevur ákært Maduro fyri at standa á odda fyri einum kriminellum bólki.

Tvørturímóti sigur stjórnin í Venezuela, at USA hevur lopið á landið fyri at yvirtaka ovurstóru oljugoymslurnar.

Amerikanski løgmálaráðharrin, Pam Bondi, segði leygardagin, at Maduro og kona hansara, Cilia Flores, skulu fyri rættin í New York, skuldsett fyri narkoterrorismu, kokainhandil og ólógligan vápnahald.

Ein ónavngivin amerikansk løgreglukelda, sum The New York Times hevur tosað við, sigur, at Maduro og Flores verða flogin við tyrlu til Manhattan og flutt til høvuðssætið hjá amerikansku rúsevnaeftirlitinum.

Síðani verða tey flutt við tyrlu til Brooklyn og flutt til Metropolitan Detention Center, har Maduro væntandi verður varðhaldsfongslaður, skrivar miðilin.

 

/Ritzau/

 

Amerikanskir miðlar skriva leygardagin, at eitt flogfar við Nicolas Maduro, forseta í Venezuela, er komið til støðina hjá tjóðarverjuni Stewart Air nærhendis New York. - Mynd: Abc Affiliate Wabc/Reuters