Tað er nú staðfest, at ein íslendingur herfyri læt lív í Ukraina, og tað er íslendska ávísin, DV, sum ber hesi tíðindi.
Sagt verður, at maðurin er 51 ára gamli, Kjartan Sævar Ottarsson.
Í einari fráboðan hjá familju hansara, váttar bróðurin, Hørður Harðarsson, at Kjartan nýliga var farin upp í ukrainska herin.
Seinast, hann hevði samband við beiggja sín, var hin 20. desember, og tá segði Kjartan, at hann fór at vera uttan samband í minsta lagi tvær vikur.
- Hann legði tó aftrat, at hann fór at seta seg í samband við meg við fyrsta høvi.
Hørður Harðarsson sigur, at hin 30. desember byrjaði familjan at fáa óváttaðar upplýsingar umvegis Facebook og messenger um, at beiggin varð dripin í dronuálopi.
- Í kvøld hava vit so fingið staðfest, at Kjartan er deyður í Ukaina, sigur familjan í fráboðanini.
Familjan sigur seg tíverri ikki hava fleiri upplýsingar, og tey vænta, at tað kann taka tíð, áðrenn tey frætta nærri um tað, sum er hent.
Í fráboðanini sigur familjan eisini, at tey ynskja ikki at gera almennar samrøður um hendingina.
Vit kunnu leggja aftrat, at á Facebook-vanganum hjá Kjartan Sævari Ottarsson skrivar ein fylgjari hin 14. desember: Kom heim, hetta er ørt...











