Fyrr í kvøld spældu landsliðsmálverjin, Rakul Wardum og liðfelagar hennara í Ringkøbing fyrsta dystin í bestu donsku hondbóltsdeildini í 2026.
Á heimavølli tapti Ringkøbing 27-37 fyri verandi meistarunum, og nýklaktu steypavinnarunum, Odense.
Í fyrra hálvleiki gekk av skriðuni hjá Ringkøbing. Í steðginum var Odense á odda 22-12. Í seinna hálvleiki fekk Ringkøbing bøtt um støðuna.
Rakul bjargaði tveimum av 11 málroyndum. Hesaferð stóð kappingarneytin, Stephanie Christensen seg betur. Hon bjargaði níggju av 33 málroyndum.
Ringkøbing er nummar átta í deildini við sjey stigum, og liggur sostatt á einum endaspælsplássi.











