Á landsfundi í Føroya Fiskimannafelag, sum var í Løkshøll í Runavík millum jól og nýggjárs, handaði felagsformaðurin, Jan Højgaard, Sniálvi Røvilsberg eitt steyp fyri bjarging.
Talan er um eina hending umborð á ísfiskalínuskipinum, Streymsund í mai í fjør, tá teir dreyggjaðu eftir mistari línu.
Sniálvur Røvilsberg sigur, at teir vóru staddir á einari leið vestur úr Suðuroynni, tá hendingin fór fram.
- Tað var ein av manningini - ein fiskimaður úr Nepal - sum fekk standaran um beinini, meðan vit dreyggaðu, og eg hjálpti honum leysum aftur úr fløkjuni.
Hann sigur, at nepalesarin meiðslaði seg nakað, og teir fóru inn á Tvøroyri við honum, har hann fór á Suðuroyar Sjúkrahús til kanning og viðgerð.
- Á sjúkrahúsinum søgdu tey, at eg átti lívið í manninum, tá eg hevði hjálpt honum leysum úr standaranum, sigur Sniálvur Røvilsberg við In.fo.
Sniálvur situr í stjórn Føroya Fiskimannafelags, og hann varð eisini afturvaldur í eitt tveyára skeið á seinasta landsfundi.
Sjálvur sigur hann, at hetta var aðru ferð í hansara tíð á sjónum, at hann hevur verið við til at bjargað mannalívi, tá illa vildi til hjá skipsfeløgum.
- Í 1999, tá eg sigldi við línuskipinum Grana, og vit lógu á Tvøroyri, datt ein maður niður ímillum, og eg lá í koyggjuni, tá eg hoyrdi rópini frá honum.
Sniálvur Røvilsberg leggur aftrat, at tíbetur spældi alt væl av, bæði á Tvøroyri á sinni, og eisini umborð á línuskipinum, Streymsund í mai.











