Tey eru grundleggjarar av ?Jesus Revolution? og ?Ny Generation?, sum hava spreitt seg um alt Evropa tey seinastu árini. Á páskum verða tey høvuðstalarar við páskastevnuni. Hjúnini Stephan og Anne Christiansen, sum verða høvuðstalarar á Páskastevnuni 2007 í Kelduni, eru sera virkin innan andaligt arbeiði.
Í 1996 stovnaðu tey ?Ny Generasjon?, sum er ein felagsskapur, ið arbeiðir ímillum studentar í 15 londum. Umleið 16.000 ungdómar eru í dag knýttir til henda felagsskap.
Longu árið eftir fóru tey í holt við tiltakið ?Jesus Revolution?, sum røkkur til fleiri enn 300.000 ungdómar í Evropa. Umleið 400 ungdómar hava givið eitt, tvey ella fleiri ár í fulltíðar tænastu ígjøgnum hetta tiltakið.
Umframt hetta hava Stephan og Anne grundlagt samkomuna ?Jesus Church? í Oslo, og Anna hevur eisini stovnað felagsskapin ?Jesus Kvinner?.
Hjúnini eru kend fyri at boða kristna boðskapin livandi, kreativt, nýhugsandi og inspirerandi.
Nú fáa føroyingar so høvið at hoyra tey á páskum í Kelduni.