Kelidjór úr Fámara eru flutt til Havnar

- Soleiðis, sum støðan nú er vorðin hjá okkum her í Fámara, hava vit ikki orku til at stríðast meiri enn tað, sum vit longu gera. Vit hava snøgt sagt ikki orku til meiri enn at yvirliva. Tey, sum kunnu hjálpa okkum at vera verandi her í Fámara, eru meiri enn vælkomin, og vit eru takksom fyri allan stuðul. Vit kempa alt tað, sum vit kunnu og orka.

Tað sigur Rakul Dalsgaard, kona Johan í Kollafirði, nú stjórin í Búnaðarstovuni, Bjørn Patursson, í morgun hevur verið í Fámara og gjørt greitt, at Búnaðarstovan fer í fútarættin við málinum fyri at fáa løgregluna at reka alt húskið á dyr.

- Øll tey fittastu kelidjórini hjá okkum eru nú farin til Havnar, har fólk, sum vit kenna, taka sær av teimum. Men hetta er ikki tí, at vit hava givið upp. Heldur øvut. Vit vilja bara ikki uppliva at verða rikin av garðinum, og at djórini eru eftir. Nú kunnu vit konsentrera okkum hundrað prosent um at kempa fyri tí, sum vit vita er rætt og nýtast ikki at verða bangin um djórini, ella hvat Búnaðarstovan fer at gera við tey.

Rakul Dalsgaard leggur aftrat, at tey einki el hava havt síðan í gjár. Tað var hin 30. apríl,  at Sev var í Fámara og tók málaran niður - eftir boðum frá onkrum í Búnaðarstovuni. Generatorurin, sum tey hava havt til streym, steðgaði í gjár, men arbeitt verður upp á hann. 

- Hava fólk hug at hjálpa okkum, eru tey vælkomin. Vit vita bara ikki hvussu. Men góð ráð eru altíð kærkomin. Vit hava spælt øll okkara kort út og duga ikki at síggja, at vit megna at gera meira enn tað, sum vit longu gera, sigur Rakul Dalsgaard.

Á sínum facebook-profili í dag skrivar Johan Dalsgaard soleiðis:

- Vit eru og vera verandi í Fámara – í protest – til handfaringin av Fámara-málinum er kannað av hægri myndugleika.

Bæði Rakul og Johan Dalsgaard siga, at tey eru til reiðar at gera ógvuliga nógv fyri, at rættvísi skal sigrað, sum tey taka til í samrøðu in.fo