Kempurnar møtast í kvøld

Champions League: Real Madrid og Manchester City eru tvær av kempunum í altjóða fótbólti

Í kvøld verður fyrra hálvfinalan millum Real Madrid og Manchester City í Champions League. Hetta er stórfavorittarnir at vinna kappingina. Onkur heldur enntá fyri, at hetta er veruliga finalan.

Real Madrid – Manchester City (20.00)

Heimaliðið er uttan leikbannaða Éder Militão, sum reyk í svinginum móti Chelsea. Hinvegin er Luka Modric tøkur aftur. Hann hevur verið smáskaddur í seinastuni. Real Madrid hevur júst vunnið sponsku steypakappingina.

Gestirnir eru uttan Nathan Aké, sum fór skaddur av vøllunum í sigrinum á Leeds United. Real Madrid er sigurríkasta felagið í hesi kappingini, meðan Manchester City ikki hevur roynt at vunnið steypið við stóru oyrunum enn. Tað er stóra málið í felagnum.

Altjóða miðlar hava gjørt hetta til dystin millum brasilska stjørnuvongin í Madrid, Vinícius Júnior, og norsku málmaskinuna, Erling B. Haaland. Teir eru millum teir bestu spælararnar í heiminum í løtuni.

Vinnarin av hesi uppgerðini skal spæla móti AC Milan ella Inter Milan í finaluni.

Væntaðar uppstillingar:

Real Madrid: Courtois; Carvajal, Rüdiger, Alaba, Camavinga; Modrić, Kroos; Valverde; Rodrygo, Benzema, Vinícius Júnior

Leikbann: Éder Militão

Manchester City: Ederson; Walker, Stones, Rúben Dias, Akanji; De Bruyne, Rodri, Gündoğan; Bernardo Silva, Haaland, Grealish