Kemur ikki upp á tal at flyta út á bygd

Verður hildið fast um kravið at Barnaverndarstovan skal flytast út á bygd, fer samstarvið at slitna

Barnaverndarstovan

 Tað kemur ikki upp á tal at flyta Barnaverndarstovuna út á bygd.
Tað ger Heðin Mortensen púra greitt.
Umframt at verða borgarstjóri í Havn, er Heðin Mortensen eisini næstformaður í Kommunusamskipan Føroya.
Mánadagin skrivaðu vit í Sosialinum, at tað var so stór ósemja ímillum kommunurnar um, hvar Barnaverndarstovan skuldi vera, at vandi var fyri, at samstarvið slitnaði.
Tær seks býarkommunurnar, sum eru limir í Kommunusamskipan Føroya, hava sett sum ófrávíkiligt krav, at Barnaverndarstovan skal vera í Havn.
Hetta góðtaka tær 28 kommunurnar í Kommunufelag Føroya ikki. Kommunufelagið vil tí hava, at Barnaverndarstovan verður flutt út á bygd.
Sostatt hevur Kommunufelagið mælt limakommununum til at krevja, at sáttmálin um Barnaverndarstovuna verður endurskoðaður sum skjótast. Men vilja býarkommunurnar ikki samráðast um at flyta Barnaverndarstovuna út á bygd, mælir stýrið fyri Kommunufelagið til, at sáttmálin verður uppsagdur.
Slitnar samstarvið, kann tað henda, at tað verða tvær Barnaverndarstovur í Føroyum, ein fyri tær seks býarkommunurnar og ein fyri tær 28 kommunurnar í Føroya Kommunufelag.

Kann bara vera í Havn
Rodmundur Nielsen, formaður í Kommunusamskipan Føroya hevur als ongar viðmerkingar yvirhøvur.
Men tað hevur Heðin Mortensen.
Og hann ger púra greitt, at samstarvið um Barnaverndarstovuna skal fyrr slitnað, heldur enn at hon verður flutt út á bygd.
-Hjá honum er onki ivamál um, at Stovnurin kann ikki vera aðrastaðni, enn í Havn.
 Tórshavnar kommuna er tann einasta, sum hevur serfrøði á økinum og sum hevur havt umsiting á økinum í eitt langt áramál. Tí hava vit bjóðað okkum til at hjálpa til at fáa Barnaverndarstovuna á føtur.
Hann vísir eisini á, at Kommunusamskipanin hevur keypt hús í Havn til kommunala umsiting
 Alt, sum hevur við okkara umsiting at gera, er undir sama taki og tí er tað burturvið at gera eina nýggja umsiting, bara fyri at Barnaverndarstovan ikki skal vera í Havn.
Fakliga er tað eisini ein styrki, at umsitingin er savnað og tað tænir ongum endamálið at tæga hana sundur, tí tað ger hana veikari.
Kann Kommunufelagið ikki liva við tí, harmar tað Heðin Mortensen.
Men hann er ikki til at vika á hesum øki.
 Vit betala gildi og tí vilja vit eisini hava eitt orð at siga, og av praktiskum orsøkum, liggur Barnaverndarstovan best í Havn, saman við allari hinari umsitingini hjá Kommunusamskipanini.
Hann er heilt ósamdur um, at Barnaverndarstovan skal vera úti á bygd fyri at eisini bygdirnar kunnu fáa lut í tryggum almennum lønum.
Í hesum sambandi vísir hann á, hvussu nógv fólk av bygd koma til Havnar hvønn dag til arbeiðis so bygdirnar fáa eisini sín part av einum almennu lønunum.
 Tað hava vit als onki ímóti, men tað er ov stuttskygd bara at krevja alt úr Havnini, leggur hann afturat.