Kemur ikki óvart á borgarstjóran í Vági

Borgarstjórin í Vági heldur framvegis, at tað er neyðugt at byggja ellis- og røktarheim í Vági, hóast tað verður dýrari enn ætlað

Borgarstjórin í Vági heldur framvegis, at tað einasta rætta er at halda fram við ætlanini at byggja ellis-og røktarheim í Vági.
Tað metir Kirstin Strøm Bech, hóast vit í greinini omanfyri kunnu vísa á, at prísgongdin í samfelagnum fer, at heimið verður dýrari enn upprunaliga mett.
Borgarstjórin í Vági vísir á, at tað, sum kommunan nú skal gjalda, er ikki so nógv meiri enn tað, sum upprunaliga varð mett at hon skuldi betala, tá ið ætlanim kom fram á sinni.
Munurin er bara tann, at upprunaliga varð ætlað at byggja eitt ellis- og røktarheim til 32 fólk.
Men tað, sum nú liggur á borðinum, er at byggja eitt heim til 24 fólk, sum kommunurnar og landið skulu fíggja í felag. Men príshækkingar gera, at nú verður so mett, at tað fer at kostar lítið minni enn eitt heim til 32 fólk upprunaliga varð mett at kosta.
Men so hevur landsstýrið harafturat eisini gjørt av at byggja ein økisdepil til sinnisveik til átta fólk, beint við ellis og røktarheimið, so tilsamans verða 32 búpláss í samlaðu byggiætlanini.
Fyrr hevur verið upplýst, at kommunurnar í Suðuroy skuldu sjálvar fíggja 22 milliónir til eitt ellis-og røktarheim í Vági, men nú verður talan sostatt um 26,5 milliónir.
 
Felagsútreiðslur gera tað bíligari
Hetta er ein landsstovnur burturav, har landið betalir alla bygging og allan rakstur.
Men hóast hann liggur upp at ellis- og røktarheiminum, verður talan um tveir púra atskildar stovnar.
Og spurningurin er, hvørjar felags hentleikar ellis- og røktarheimið og depilin fyri sinnisveik koma at fáa og, hvussu útreiðslurnar til teir skulu býtast ímillum báðar stovnarnar.
Talan kann verða um felags køk, felags hitaskipan, felags vasking, felags fysio-og ergoterapi, felags koyriveg og parkeringspláss o.s.fr.
- Men allar hesar felags útreiðslurnar fara uttan iva at merkja, at prísurin fyri ellis-og røktarheimið fer at lækka nakað, sigur Kirstin Strøm Bech.
Hon sigur, at samráðingar skulu nú verða við Landsstýrið um málið.
- Hendan príshækkingin er fyri so vítt ikki serliga kollveltandi,  tó at tað upp á seg er bíligari at byggja ellis-og røktarheim til 32 fólk.
- Men gongdin í syðru helvt í Suðuroy er bara ein og hon er, at fólkatalið minkar alsamt. Tí er alneyðugt at gera okkurt munagott fyri at venda gongdini og tað má gerast skjótt. Og í hesum sambandi haldi eg, at tað hevur stóran týdning at skapa støðug og trygg arbeiðspláss og eitt ellis-og røktarheim við einum depili til sinnisveik afturat, fer kanska at skapa eini 50 arbeiðspláss og tað eigur at vera ógvuliga positivt fyri eitt øki sum okkara.
- So gerst ikki við, at hetta tíverri førir við sær, at kommunuskuldin veksur upp í tvær álíkningar, sigur borgarstjórin í Vági.

Sí eisini greinina: Ellis-og røktarheimið í Vági 33% dýrari. 
 
 
 
-