Tað er so ymist, sum tað gongst hjá fótbóltsspælarum. Summir sita nógv á beinkinum og kenna tað soleiðis, sum um teir ongantíð koma longur, meðan aðrir í eini handavending vinna sær pláss millum teir fyrstu ellivu.
Hjá Hans Fróða Hansen hevur tað í ár gingið skjótt og væl í landsliðshøpi. Hann sat á beinkinum og sá liðfelagarnar tapa 5-0 í Estlandi, men hann fekk møguleikan í miðverjuni niðri í Bosnia, og tá stóð hann seg so mikið væl, at tað var upplagt, at hann aftur var millum teir fyrstu ellivu, tá Kekkia vitjaði, og einki er at taka seg aftur í, at nýklækti FM vinnarin er millum mest uppløgdu valini til liðið í kvøld. Jan Dam hevur nógvar royndir, men tá havt verður í huga, hvussu væl Hans Fróði, Jens Kristian og Óli hava staðið seg tær báðu ferðirnar síðani summ-arsteðgin, so kemur tað ikki upp á tal at skifta út, og tað var Jan Dam eisini samdur við okkum í í blaðnum í gjár.
Tað hevur verið tosað nakað um, at Hans Fróði Hansen skal av landinum at royna seg, tá fótbóltsárið er liðugt, og tað er heilt nógv, sum bendir á, at hann komandi ár hvørki fer at spæla við HB ella nøkrum øðrum føroyskum felagi.
? Eg havi fingið at vita frá Leiftri, at teir eru áhugaðir at tosa við meg um sáttmála, og eg skal spæla við teimum, tá teir komandi vikuskifti koma at vitja B36. Men eg dugi ikki at siga, hvar eg fari at spæla. Í vikuni aftaná, at Leiftgur hevur verfið her, fari eg til Skotlands og Onglands at ro0yndarvenja, og eg havi ongantíð fjalt yvir, at tað er ein dreymur hjá mær at fáa møguleikan at spæla í Onglandi. Men tað veldst sjálvandi um, hvat teir har niðri halda um míni avrik, sigur Hans Fróði Hansen, ið sær landsliðsferðina sum eitt kærkomið høvi at halda venjingarstøðið, nú hann skal til Bretlands at vísa, hvør dugur er í honum sum fótbóltsspælari.