Ken skoraði tvær ferðir

ÍF Føroyar vann um vikuskiftið sín dyst í Københavnserien í fótbólti. Besta liðið hjá útisetunum í danska høvuðsstaðnum spældi á heimavølli ímóti Amager FF, og tað endaði við 2-0 sigri til ÍF Føroyar. Fyrrverandi NSÍ-spælarin Ken Nónklett skoraði bæði málini hjá føroyska liðnum. Millum teir, sum spældi við ÍF Føroyum, vóru Sunnvard Joensen, Heini í Skorini, Leivur Hansen, Petur Óli Samuelsen og Jan Guttesen.