Í annaðkvøld, fríggjakvøldið, verður stór konert í Nebo á Toftum við country og gospel tónleiki.
Tað vera Heine Lutzen, Blátt gras, Midnáttarsangbólkurin, umframt Kristina, Hallur og Beddy, ið fara at syngja og spæla kendar og minni kendar country sangir. Kristina, Hallur og Beddy hava verið nógv frammi í síðstuni, og hava fingið stóra viðurkenning, uttanlands og her heima á klettunum. Heini Lutzen er vælkendur á føroyska gospelpallinum. Men countrymusikk hevur hann ikki fingist so nógv við, so fer hann undir nakað nýtt.
Blátt Gras er nýggjur bókur úr Miðvági sum spælir spælir klassiskan country og blue gras tónleik og nógvar av sangunum hava teir skrivað sjálvir. Hinvegin var klassiski Midnáttarsangbókurin nógv frammi í sjeytiárunum og fyrst í áttatiárunum.
Nú hava tey í Midnáttarsangbókinum funnið saman aftur og í annaðkvøld fara tey at spæla bæði gamlar og nýggjar sangir.
|