Komandi leygarkvøld trína tríggir kendir og vælumtóktir føroyingar á pallin á Skarv í Keypmannahavn. Talan er um Kim Hansen, sang, kór og keyboard, Anna Faroe, sang og kór, og Hans Petur í Brekkunum, sang, kór og saxofon.
Henda kenda trio er samansett til høvið og hevur vant væl. Fyrireikarnir boða frá at hettar er eitt slag av húsorkestur, sum fer at spæla kendan og fjølbroyttan tónleik.
Dyrnar lata upp klokkan 23:00 leygarkvøldið.
Mynd: Regin W. Dalsgaard