Kendasti danski mótajournalisturin

Didder Rønlund er the Grand Old Lady í donsku mótavinnuni. Hon er útbúgvin journalistur og hevur skrivað um móta í meiri enn 60 ár. Hóast hon nú er farin um tey 83 árini, so hevur hon framvegis stóran áhuga fyri móta og ein gløðandi penn, tá um mótavinnuna ræður. Hennara meiningar viga tungt og hennara dómar um tað, sum verður sýnt fram, verða tiknir í størsta álvara.
Hon var vinkona við Estée Lauder og Helena Rubinstein, og veit alt um øll, sum tað er vert at vita nakað um í mótavinnuni.
Didder Rønlund hevur givið sínar spennandi endurminningar út í bókini "Hele mit liv på høje hæle", sum kom út í fjør.
Hóast hon er farin væl um tey 80, so er hon enn í starvi hjá Danish Fashion Industry, og tí var hon ein sjálvsagdur gestur til byrjunarshowið á Copenhagen Fashion Week.