Afturhvarv. Her er tað James Paul McCartney frá Allerton, Liverpool, ið vendir aftur til røturnar, nú Rock?n Roll brátt fyllir fimti ár. Ein hálv øld er nærum farin framvið, síðani ein ungur lastbilførari í Memphis slapp innar í Sun Studios.
Við Elvis lógu eisini møguleikarnir hjá unga Paul opnir og hetta ynskir Paul at hátíðarhalda við hesi fløguni.
Hann lítir aftur. Savnaði eitt tyssi av útvaldum tónleikarum og bílegði studio 2 á Abbey Road í eina viki. Hart og kontant og ikki minst spontant skuldi tað vera, tá garparnir fóru undir upptøkurnar av gomlum rock?n roll løgum. Løg hjá Perkins, Blackwell, Presley, Berry, Turner og øðrum.
Manningin er framúr: Paul McCartney, bass, Ian Paice og David Mattacks, trummur, David Gilmour og Mick Green, guitar, Geraint Watkins, piano og ljómborð. So nýtist einum ikki at siga so nógv meira, kendir og góðkendir menn.
Tá Ian Paice hoyrdi um ætlanina, ætlaði hann at fáa løgini at vita, so hann kundi gera nakað av heimaarbeiði. Tað slapp hann tó ikki, tí Paul vildi hava hetta heilt frískt, tá upptøkurnar byrjaðu mánamorgun. Hesir rock?n rollararnir skuldu koyrast ígjøgnum sum í gomlum døgum, tá Beatles helt til í Cavern klubbanum. Um teir ikki kendu løgini, so gingu eini 10-20 minuttir, har høvuðslinjurnar vórðu gingnar ígjøgnum. Soleiðis eru hesar upptøkurnar eisini gjørdar í mars 1999.
Sljálvt ljóðið, the sound, er endurskapað fimtiáraljóð, tó at góðskan er hóskandi, nú vit trína inn í ár 2000.
Ein av okkara livandi rock kongum lenar seg aftur á. Livandi, eins og tónleikurin og tað má ein eisini siga um hesar upptøkurnar. Fimtiárini, røtur, rockur og rock?n roll frá monnum, ið hava tað í rygginum, heilt einfalt. Gomul løg og nøkur nýggj frá Paul sjálvum. Afturhvarv og góðska hittast á hægri stigi.