Jógvan Martin Olsen, venjari hjá Víkingi, kendi seg hava mist tvey stig heldur enn at hava vunnið eitt:
- Tá ið tú so stutt undan leikloki ert frammanfyri við tveimum málum, so sigur tað seg sjálvt, at tú ert vónbrotin, tá ið tað ikki eydnast at vinna. Eg haldi, at bæðí liðini spældu væl og vóru sinnaðir at leypa á. Nú var úrslitið 3-3, men tað kundi gott havt verið 6-6, um hugsað verður um málmøguleikarnar, og eg haldi, at báðir partar løgdu nógv fyri í royndini at vinna.
Jógvan Martin Olsen er gamal liðfelagi hjá Øssuri Hansen í B68, og hann var á føroyska beinkinum, tá ið Øssur Hansen á sinni við frísparki javnaði ímóti Slovenia.
Og hvat sigur tú um útjavnandi málið hjá Øssuri hesa ferð?
- Tað var einki aftanfyri tiltikna málið. Heldur var tað kanska eitt sindur betri, tí hesa ferð smekkaði hann til við klokkuklárum ristarsparki!