Tað kemur dánt við hjá Eiler Fagraklett, at FSF hevur forbjóðað fótbóltsfeløgum at brúka útgerð sum sveittaband og liðskiparaband við ælabogalitunum, tí tey signalera stuðul til LGBT.
– FSF og teirra limafeløg hava fleiri ferðir víst sín stuðul til ymisk samfelagsevni so sum: nei til rasismu, nei til kynsliga misnýslu og betri ferðslutrygd, sigur Eiler Fagraklett.
– So hetta er einki annað enn eitt tilvitað frával av einum samfelagsbólki - tí fólk, ið ikki ynskja javnrættindi til samkynd muga ikki “krenkast”. Áh den umvenda verð, sigur hann.
UEFA leggur annars stóran dent á at minka um missmun og diskriminatión - eisini í sambandi við seksuella sannføring. Tí heldur Eiler Fagraklett tað vera løgið, at FSF hevur ein annan hugburð til nettupp LGBT.
– Tað líkist ongum, at FSF velur ikki at fylgja UEFA, sum gongur á odda at berjast móti millum annað homofobi, eins og tey á hendan hátt velja ikki at stuðla sínum mongu føroysku LGBT fótsbóltsleikarum og viðhaldsfólkum, sum uttanfyri vøllin mangan eru fyri mismuni í samfelagnum, sigur hann og tekur samanum:
– Eg fái hug at kalla hetta eitt søguligt sjálvmál, men nú fáa vit at síggja hvat søgubøkurnar fara at skriva, sigur Eiler Fagraklett.