Kendur fótbóltsspælari í Danmark gevst

Daniel Agger hevur spælt sín seinasta dyst

Ein av kendastu, donsku fótbóltsspælarunum, Daniel Agger, gevst nú at spæla fótbólt.

 

Tað hevur hann, heldur óvæntað, boðað frá á tíðindafundi í morgun.

 

Hann spældi í Brøndby, tá ið hann fór til Liverpool í 2006, har hann spældi í átta ár, og tað varð serliga hesi árini, at hann gjørdust kendur fótbóltsspælari, sum verjuspælari í felagnum.

 

Hann sigur, at seinastu tíðin hevur hann ikki verið so væl fyri, sum áður, og tískil hevur hann ikki spælt á tí stigi, hann krevur av sær sjálvum.

 

Í 2014 fór hann aftur til Brøndby í 2014, og hevur spælt hesi bæði síðstu árini. Agger, sum er 31 ára gamal, hevur eisini spælt 75 landsdystir fyri Danmark.

 

Nú hann gevst, sigur hann fótbóltinum heilt farvæl og fer ístaðin at fáast við ta vinnuliga virksemi, hann er farin í holt við á ymsum økjum.