Kendur havnarmaður 75 ár

Mánadagin 23. mai 2005 fyllir ein kendur havnarmaður og ein býarmynd 75 ár. Talan er um Brynjolf Jepsen á Suðuroyarvegi 17.

Brynjolf er havnarmaður við stórum H og B-36-ari við stórum B. Sum ungur sigldi hann í nøkur ár og lossaði fyri ymisk skipafeløg í Havn.

Í 1955 fekk hann starv hjá Tórshavnar kommunu, har hann arbeiddi í 40 ár, til hann legði frá sær í 1995.

Brynjolf er kendur sum ein blíður, skemtingarsamur og fyrikomandi maður, sum altíð gevur sær tíð til eitt hugnaligt prát. Hann hevur stóran áhuga í málningalist, ið hann eisini hevur sum frítíðarítriv. Hann hevur eisini verið við á onkrari framsýning á Eysturskúlanum.

Í mong ár var hann nevndarlimur í Føroyskt Bretskt Felag. Áhugin fyri Bretlandi kom undir krígnum, tá hann var smádrongur og upplivdi bretsku hermenninar her.

Foreldrini hjá Brynjolf vóru Petra Torkilda Hansen, f. Johannesen, ættað úr Klaksvík, og Svend Erik Jepsen, telefrafistur, sum var dani og arbeiddi á Telegrafstøðini í Havn.

Føðingardagurin verður hildin í B36-húsinum fríggjadagin 27. mai kl. 19.00, har øll eru vælkomin.