Kendur lækni verður nú uppkallaður í Havn

Tað ber til at røkka á mál - og vit byrja beint í Havn

Lestraríbúðirnar, sum nú verða bygdar í Kommunuskúlagarðinum, skulu eita Finsen.

 

Tað staðfestir Bústaðir, sum stendur fyri at byggja lestrarbústaðirnar.

 

Sostatt verða tær uppkallaðar eftir kenda læknanum, Niels Ryberg Finsen, sum fekk Nobelvirðislønina, og sum vit føroyingar kanna okkum, tí hann er føddur og uppvaksin í Havn.

 

Niels Ryberg Finsen varð føddur í Tórshavn 15. desembur 1860. Pápin, Hannes Steingrím Finsen, var løgfrøðingur av íslendskari amtmansætt. Mamman æt Jóhanna Formann og var eisini fødd í Íslandi, fortelur Bústaðir á síni heimasíðu. Tá ið pápin bleiv landfúti í Tórshavn í 1858, flutti familjan úr Íslandi til Føroya. Í 1871 bleiv pápin amtmaður í Føroyum 

 

Fjúrtan ára gamal varð hann sendur á kostskúla í Danmørk, men hann varð vrakaður. Hann er ein hjartagóður drongur, men evnini eru vánalig, skrivaði skúlin um havnardreingin.

 

Eftir tað fór Finsen til Íslands. Hann búði hjá ommuni í Reykjavík, meðan hann gekk í skúla. Og so fór hann niður at lesa til lækna.

 

Í Danmørk gjørdist hann ógrøðiliga sjúkur av innvortis bruna, men tá varnaðist hann, hvussu hann styrknaði, tá ið hann var úti í sólini, og tá ið hann var útbúgvin lækni, skrivaði hann ritgerðina Om Lysets Indvirkning paa Huden.

 

Í 1895 fór Finsen at viðgera sjúklingar við húðtuberklum, og øðrum sjúkum, við ljósi. Fyri hetta fekk hann nobelheiðursløn í læknafrøði í 1903. Men longu árið eftir andaðist Finsen, bara 43 ára gamal.

 

- Við kalla lestrarbústaðirnar, Finsen, vil navnið gerast góður førningur hjá føroyskum lesandi, siga tey í Bústøðum.

 

Kravið er ikki, at tey, sum búgva í teimum, skulu fáa Nobelvirðislønina. Ynskið er at vísa, at tað ber til at røkka á mál. Og vit byrja beint í Havn - eins og Finsen, sigur Bústaðir. 

 

Men eisini hóskar tað væl at hava Finsen sum næsta granna hjá Niels Finsens gøtu, leggja tey afturat.