Kendur málslúkur givin

Italski málslúkurin Filippo Inzaghi hevur skotið sítt seinasta mál sum professionellur fótbóltsspælari. Hann hevur gjørt av at gevast, eftir at sáttmálin við AC Milan fór úr gildi fyri einum mánað síðani.

 

Avgerðin merkir tó ikki, at tann 38 ára gamli Inzaghi sleppir fótbóltinum. Hann hevur gjørt sáttmála við AC Milan um, at hann tekur við sum venjari hjá unglingaliði felagsins.

 

Filippo Inzaghi hevur verið professionellur fótbóltsspælari í 22 ár. Hann hevur skotið 70 mál í teirri bestu deildini í Italia, og tað er bara spanski Raul, sum hevur skotið fleiri í teirri bestu deildini í Evropa. Raul hevur skotið 77 mál.

 

Inzaghi spældi 57 landsdystir fyri Italia, og hann skjeyt 25 mál fyri landsliðið. Í hesum viðfangi kann vera vert at nevna, at Italia tapti ongan landsdyst, sum Inzaghi skjeyt mál í.