Ókendur partur av Berlinmúrinum funnin

Í Berlin hevur mann nú funnið eitt ókent petti av Berlinmúrinum. Talan er um eitt 20 metrar langt petti, sum hevur verið fjalt millum fleiri runnar, og eingin hevur varnast, at hetta hevur verið Berlinmúrurin fyrr enn nú.

 

- Tað yvirraskar meg, at tað enn finnast óuppdagað petti av Berlinmúrinum, sigur lokalpolitikarin, Ephraim Gothe, sum fann pettið í sambandi við ein fyriskipaðan gongutúr fyri einum grannalagi nærindis miðbýnum í Berlin.

 

Fornminnissavnið hjá Berlinmúrinum hevur váttað, at hetta er ein upprunapartur av Berlinmúrinum. Pettið verður nú varðveitt sum eitt minnismerki. Sambært fornminnissavninum kann roknast við, at fleiri óuppdagað petti av múrinum enn eru at finna í týska høvuðsstaðnum.

 

Berlinmúrurin varð bygdur í 1961 og deildi tá Berlin í tvey - Vesturberlin og Eysturberlin. Múrurin varð upprunaliga bygdur av DDR fyri at verja eysturtýska fólkið móti ávirkan frá demokratiska vesturheiminum. 

 

9. november í 1989 varð 155 km langi múrurin brotin niður.