Kendur sjónleikari er deyð

Hon koyrdi við nógvari ferð inn í eini hús og stóð ikki til at bjarga

Kendi amerikanski sjónleikarin, Anne Heche, er deyð, 53 ára gomul. Fyri eini viku síðani, tann 5. august, koyrdi hon við nógvari ferð inn í eini hús, og eldur kom bæði í bilin og í húsini. Tað tók sløkiliðsfólkum ein hálvan tíma at fáa Anne Heche úr tí brennandi bilinum, men síðani hevur hon ligið í respiratori. Hon hevði fingið so stóran skaða, at læknarnir søgdu, at hon var heiladeyð og í dag varð sløkt fyri respiratorinum.

 

Anne Heche hevur spælt við í einum hópi av filmum, eitt nú Donnie Brasco, seven deys Six Days, Seven Nights og nýggju útgávuni av klassikaranum, Psycho.