Kenna seg hóttar í Molde

Venjarin vil hava álitisváttan frá spælarunum, nú Molde kennir niðurflyingarhóttanina álvarsamari enn nakrantíð

NOREG

Tað stendur ikki væl til í Molde. Í gjárkvøldið skuldi fundur vera í felags hølunum í glæsiliga stadion, sum KÍ vitjaði fyrr í summar. Tað var Molde venjarin, Odd Berg, sum vildi hava fund. Hann vildi hava spælararnar at geva til kennar, um teir framvegis hava álit á honum sum venjara. Um teir ikki hava tað, so ætlaði hann at leggja frá sær. Hetta varð kortini ikki roknað at verða serliga sannlíkt, tí tað verður ikki mett, at tað er nakað galið við venjaranum.
At teir fundast og práta í Molde kemst av, at felagið er komið í støðu, sum teir ikki hava verið í nógvu tey seinastu árini, og sum teir ikki roknaðu við, at teir skuldu koma í.
Í vikuskiftinum tapti Molde 2?0 á heimavølli ímóti meistaraliðnum Rosenborg. Tað var kanska ikki heilt óvæntað. Tað óvæntaða var, at fleiri av botnliðunum vunnu, og harvið lyftu tey sær nógv nærri Molde, sum hevur 27 stig. Botnliðini, sum vunnu, vóru Aalesund, sum á útivølli púra óvæntað vann á næstfremsta Bodø/Glimt, og Vålerenga, sum vann á útivølli ímóti Bryne, sum er niðast og tykist vera fokið.
Rosenborg er meistari í stórum stíli. Nú hava teir tjúgu stig fleiri enn Bodø/Glimt, sum kappast við Odd Grenland og Stabæk um silvur og bronsu merkini. Bodø hevur 38 stig, Odd Grenland hevur 37 og Stabæk 36 stig.