Kennir seg ikki aftur í kritikkinum

Gunnar í Liða, fyrrverandi stjóri, nú nevndarformaður í TF Holding, sigur í stuttari við­merking við Rás2, at hann ikki kennir seg aftur í tí, sum Javn­aðarflokkurin ber fram.

Nevndarformaðurin vísir á, at løn­arlagið í leiðsluni og nevnd­ini í TF Holding er mun­andi lægri enn á øðrum líkn­andi stovnum.
Tær fýra milliónir, sum hann fekk fyri at fara frá sum stjóri, er ein kapp­ing­ar­klau­sul­ur, sum er ein partur av ein­ari gamlari avtalu mill­um seg og nevndina, sig­ur Gunnar í Liða.