Jenis av Rana, Formaður Miðfloksins
Greinin byggir á tíðindir í útvarpi føroya hósdagin 28 juni.
Hoyrdi tú útvarpstíðindini næstseinasta hósdag? Tey vóru sera áhugaverd, beinleiðis margháttligur var tó parturin, ið snúði seg um loftrúm føroyinga. Loftrúmið, sum, so løgið tað ljóðar, verður umsitið av íslendingum, eftir áheitan frá dønum. Millum mangt annað segði útvarpsmaðurin okkum, at:
...eftir øllum at døma verður tað ókeypis hjá føringum at fáa ein nýgjan radara á Sornfelli.
... danir skulu rinda radaran, sum er mettur at kosta eina tíggjutalsmillióna upphædd at byggja.
... líkt er til at danir nú fara nú at taka um endan og seta ein nýggjan radara upp á Sornfelli
Og veitst tú ikki betur, gerst tú rørdur yvir hesa umsorgan dana móti lítlu tjóðini í norðuratlantshavi. Men síðani koma nýggir upplýsingar, vit fáa at vita, at:
...av tí at loftrúmið framvegis er danskt málsøki eru tað danir, ið koma at rinda kostnaðin, men fólkatingið má játta fíggingina, sum síðani verður endurgoldin av IKAO sum er altjóða flogferðslumyndugleikin.
Summa summarum: Mótsatt tí, ið tíðindini løgdu upp til og byrjaðu við, so gjalda danir ikki eitt oyra. Teir játta fígging til eitt øki, sum teir tvíhalda um ábyrgdina av - og enntá hava lutað út til eitt triðja land at umsita. Men hvørt oyra, sum útbyggingin kostar, fáa teir endurrindað frá alheims loftferðslumyndugleikanum.
Kennir tú mynstrið aftur?
Júst sama mynstrið, sum brúkt verður, tá teir víðaribera føringum og grønlendingum part av tí peningi teir, føroyinga og grønlendinga vegna, fáa frá NATO - meðan teir sjálvir inntøkuføra sær sín bróðurpart.
Genialt.