Kenslan av samstarvi sum riggar væl ger meg í góðum lag

Tað sigur Theresa Kreutzmann, stjóri á VisitTórshavn sum heldur, at jólahugnin og jólaljósini í Miðbýnum riggaði væl. Henni dámar væl at ferðast í Føroyum, men dámar eisini væl at sleikja sól. Og so dámar henni at seta gongd á nýggj tiltøk.

Hvat er títt starv?
Stjóri á Visit Tórshavn

Hvat er tað besta við starvinum?
At seta gongd í nýggj tiltøk

Hvat riggaði væl við jólastákinum?
Nú var veðrið í desember sera keðiligt, men eg haldi at jólahugnin/jólaljósini í Miðbýnum eyðnaðist væl

Hvat er á skránni í løtuni?
Vetrarljós 1 februar sum er eitt nýtt tiltak í Havn

Hvønn tónleik dámar tær best?
Country og Blues tónleikur, men eg má siga at Týr eigur eitt stórt pláss eisini ?

Hvat ger teg í góðum lag?
Tá kenslan av at samstarv bara riggar sum tað skal

Hvat ger tú í frítíðini?
Sum er gongur tað mesta av frítíðini við at lesa, tí eg eri í holt við eina MBA útbúgving.
Annars er tað míni børn, vitja familiu og vinir

Ferðast tú í egnum landi?
Ja tað geri eg – haldi tað er deiligt at vitja runt í Føryum

Er tú til aktiva feriu ella vil tú sleikja sól á strondini?
Eg eri til bæði, royni altíð at kombinera tað so eg fái bæði við, men elski at sleikja sól.

Hvørjum hyggur tú eftir í sjónvarpinum?
Vanliga er onkur góður filmur

Hvussu eru tínir matvanar?
Rímiliga sunnir, men deiligt við junk food viðhvørt

Hvat er tín lívrættur?
Ovnbakaður laksur

Dámar tær at gera mat sjálvur?
Ja, tað er ok – ikki akkurát tað sum eg eri best til

Hvør bók liggur á náttborðinum?
Skúlabøkur, Kvinna og Fifty Shades ?