TRÝST á PÍLIN undir MYNDINI, og hoyr liðskiparan hjá Skála, Pætur Dam Jacobsen seta orð á avrikið hjá sær og sínum viðspælarum í tí margháttliga javnleikinum ímóti TB/FCS/Royn, har Skála var á odda 2-0, og vóru 11 ímóti 10 monnum, og seinni vóru á odda 2-1, og vóru 11 ímóti níggju monnum, og kortini megnaði TB/FCS/Royn at taka eitt stig við sær til Suðuroyar.
Pætur Dam Jacobsen staðfestir, at talan er um eitt ógvuliga súrt stigatap hjá skálamonnum, sum ikki løgdu eitt nóg gott avrik fyri dagin í seinna hálvleiki.
Samstundi gevur liðskiparin hjá Skála TB/FCS/Royn rós fyri teirra stríðsvilja og hugburð, men staðfestir samstundis, at talan var veruliga um ein dyst har Skála hevði møguleikan at fáa trý stig til høldar.