Kenslan var óbeskrivilig

- Tá so síðsta bríkslið ljóðaði inni á Skála, var tað ein óbeskrivilig kensla. Eg stóð bara og rópti av berari gleði, sigur Dann Thorleifsson, sum júst er blivin føroyameistari í manshondbólti

- Tíðin gekk seint við støðuna 19-19, tað gingu 7 minuttir, áðrenn Ingi skoraði tað sera avgerandi málið uppá brotskast. Tá so síðsta bríkslið ljóðaði inni á Skála, var tað ein óbeskrivilig kensla. Eg stóð bara og rópti av berari gleði.

Minnini frá seinnu FM-finaluni í Atlantic Airways-kappingini ímóti StÍF eru søt og frísk í minninum hjá Dann Thorleifsson. Í 8 ár hevur Neistaleikarar og viðhaldsfólk tystað eftir hesi stóru løtuni. Spurdur um hann ikki óttaðist fyri, at Kyndil fór at hála inn á tær, og “stjala” finaluplássið frá teimum, er Dann erligur:

- Eg hevði nervar fyri, at Kyndil fór at taka okkum aftur, men aðrir á liðnum vóru róligir og fattir. Men hesuferð taldu øll stigini frá byrjan av, og tí var tað rættvíst, at vit endaðu í finaluni. Onkur setur spurnartekin við, um ikki StÍF var tað besta liðið í kappingini, men har mugu fólk minnast til, at høvdu vit vunnið á Kyndli síðsta dystin, so høvdu vit verið frammanfyri StÍF.

Dann er ivaleysur í, at tað er rættvísari og betri, at øll stigini telja líka nógv gjøgnum kappingarárið í Atlantic Airways-kappingini.

 

Stóran innsats

Dann heldur, at alt liðið eigur rós uppiborið fyri ein stóran innsats. At liðið so eisini hevði ein av bestu hondbóltsleikarunum í Føroya søgu, sum venjara fekk alt at ganga uppí eina hægri eind. Dann kendi bara Inga Olsen, sum leikara áðrenn hann gjørdist venjari hjá teimum.

- Eg má siga, at Ingi hevur roynst framúr, bæði sum venjari, leikari og sum menniskja. Hann hevur sera góðar venjingar, og hann hevur eitt gott sinnið, hann er róligur og siðiligur, og dugir at fáa tingini søgd við okkum, uttan at geyla gallarnar úr sær.

Dann heldur eisini, at tað hevði stóran týdning, at Ingi kom meir inn á vøllin seinastu dystirnar.

– Tað er gott at vita, tá vit mangla bakk og miðspælarar, at Ingi hevur kunnað traðkað til, tí nógv hevur hingið á mær, Roar og Tróndi. Og so hevur Áki Mørk eisini verið nógv skaddur.

Tað hevði eisini týdning fyri lutfalsliga unga Neista-liðið, at menn sum Karl Odmar Rasmussen, Ingi Olsen og Áki Mørk hava roynt at leikt avgerandi dystir um meistaraheitið fyrr. Dann vil eisini framhevja “liðbólkin” hjá Neistanum. Talan er um ein trímannabólk, sum hevur verið mannaður við Niels Mortensen, Róa Egholm og Hjalmar Petersen.

– Teir hava altíð verið góðir at heita á, um vit hava manglað nakað í hópinum.

 

Hondbóltur og borðtennis

Dann byrjaði at leika hondbólt, sum 9 ára gamal. Svanna Hanusardóttir og Kári Mortensen, sum hava gjørt eitt stórt ungdómsarbeiðið fyri Neistan vóru venjarar tá.

– Eg minnist, at vit spældu hálvan vøll og, at tað ikki var serliga gott skil á. Øll gingu runt á vøllinum, og eingin dugdi at kasta nakað nevnivert.

Millum teir, sum hava fylgst við Dann upp gjøgnum barna- og ungdómsárini í Neistanum kunnu nevnast núverandi liðfelagarnir Tróndur Kragesteen og Jón Ludvig. Um ikki so gott skil var á spælinum í byrjani, so komu teir smáu og knáu skjótt á lagið. Og undir kønu leiðsluni hjá Svannu og Kára eydnaðist tað Dann, at gerast Føroyameistari og Steypavinnari í Dreingjum 10 ár, 12 ár, 14 ár, 16 ár og mansunglingum.

Men í hesum árunum fekst hann ikki bara við hondbólt. Hann leikti nógv borðtennis við felagnum Tór, sum tá hevði góðar karmar at virka undir, nevnliga IDÉ-húsið, ella Høvuðsposthúsið, sum tað eitur í dag. Men tá Tór misti sínar umstøður at virka undir gjørdist valið lættari hjá Dann.

– Góðar umstøður, og góðir karmar hava alt at siga. Tað er ringt at mennast, sum ítróttarfólk uttan góðar karmar.

Dann plagdi eisini at leika við HB um summarið, men komin til mansunglingaaldur valdi hann hondbóltin, sum sína ítróttargrein.

 

Eitt skifti í Tjaldrinum

Um sæð verður burtur frá 3 mánaðum, so hevur Dann altíð leikt við Neistanum. Men í januar 2001 gjørdi hann eitt felagsskifti, nærmast av tilvild. Hann fór við 3. deildarliðnum inn til Runavíkar at leika ein dyst. Hann gjørdi tað gott hendan dystin, og hann skeyt 12 mál. Táverandi formaðurin í Tjaldrinum spurdi, um hann ikki hevði hug at sleppa at royna seg við liði teirra í bestu deildini. Dann bleiv freistaður, og frá januar til apríl leikti hann við Tjaldrinum. Tapini gjørdist mong, og teir endaðu eisini í botninum, men fyri Dann var tað ein lærurík roynd, sum gav honum brell at leika hondbólt á hægsta støði í Føroyum.

Næsta kappingarárið gjørdist hann partur av hópinum hjá Neistanum. Tey fyrstu árini gekk misjavnt, og summi tíðarskeið sat hann nógv á beinkinum. Dann hevur kortini verið heppin við skaðum, og tí hevur hann altíð verið tøkur hjá venjaranum. Hann upplivdi eisini saman við einum blaðungum Neistahópi at fáa eitt skallut stig í Atlantic Airways-kappingini. Men hetta kappingarárið komu teir úr naggatódnini.

 

Landslið og Europa Cup

Spurdur um landsliðið svarar Dann, at landsliðið hevur sera stóran týdning fyri allar, sum íðka hondbólt á hægsta stigi í Føroyum. Eitt landslið er ein gularót, og ein motivasjónsfaktorur, sum leikarnir hava tørv á. Tó fýlist Dann á, at landsliðsarbeiðið er ov óregluligt. Landsliðið fekk veruliga roynt seg í undankapping ímóti Serbia og Ísrael, men eftir teir dystirnar hevur einki verið at frætta um landsliðsvirksemi. Men Dann og liðfelagarnir hava kortini fingið eina gularót.

Neistin fer at melda seg til Evropa Cup, og longu í næstu viku fara Neista-leikarnir í gongd at venja í Yndi. Um talan ikki var um Evropa Cup, so hevði kortini rátt um at koma gott í gongd. Tað kostar sjálvandi fíggjarliga at luttaka – ein fær ikki somu pengar, sum fyri at luttaka í evropeiskum kappingum í fótbólti - men tað er gott fyri leikarnar at møta onkrum øðrum liðum, enn teimum somu 5 liðunum, sum ein møtir 4 ferðir í føroysku landskappingini. Tað er gott og læruríkt at fáa dystir, sum eru út um tað vanliga.

Dann og liðfelagar hansara skulu ikki bíða leingi eftir tí stóru avbjóðingini, og teir ætla ikki, at Neista-viðhaldsfólkini skulu bíða líka leingi eftir FM-heitinum, sum tey hava gjørt gjøgnum árini.