Fimm út og fimm inn. Tað var tað sum stóð eftir, tá landsliðsvenjarin í gjár boðaði frá, hvørjar 22 mans hann ynskti at hava rundan um seg, nú hann er farin undir fyrireikingarnar til dystin í móti Fraklandi næsta mikudag.
Nýggir á hansara lista eru Jóan Símun Edmundsson, Vagnur Mohr Mortensen, Gunnar Nielsen, Arnbjørn Hansen og Andreas Lava Olsen. Síðstnevndi kom við upp á avboð seinast, og Gunnar Nielsen ætlaði Kerr at hava við í móti Serbia, men hetta bar ikki til tá. Nú eru báðir við í bruttohópinum.
Hinir tríggir eru spildirnýggir hjá Kerr.
– Vagnur Mohr Mortensen er komin aftur á vøllin og hevur imponerað meg. Hann hevur spælt væl, er kvikur og hevur góðan bóltførleika, sigur Brian Kerr um verjuleikaran.
– Arnbjørn Hansen hevur verið í hópinum áður, og eg vil gjarna síggja hann aftur. Hann hevur havt tað eitt sindur trupult í ár, men tykist at vera betri fyri nú, greiðir Brian Kerr frá.
Um úttøkuna av Jóan Símun Edmundsson sigur landsliðsvenjarin, at hann hevur spælt væl í ár, og nú U21-landsliðið ongan dyst hevur á skránni, er hetta eitt upplagt høvi hjá honum at síggja henda leikaran nærri.
Hevur tosað við hinar
Tá omanfyrinevndu fimm leikarar komu inn, ruku fimm aðrir út. Meinhardt Joensen, Jóhan Ejvind Restorff Mouritsen, Andrew av Fløtum, Palli Augustinussen og Marni Djurhuus eru ikki við hesaferð. Síðstnevndi er ikki tøkur til landsliðsfótbólt, og Brian Kerr hevur eisini tosað við hinar fýra.
– Meinhardt Joensen er klárur og kemur Jákup Mikkelsen ikki fyri seg, so kemur hann upp í hópin, sigur Brian Kerr. Andrew av Fløtum er heldur ikki avskrivaður upp á nakran máta, greiðir Brina Kerr frá.
– Hann hevur tænt landsliðnum væl, hevur havt eitt frálíkt kappingarár og hevur eina frálíka persónligheit, so sjálvandi er hann ikki úti úr myndini, sigur Brian Kerr.
Hjá hinum báðum, Palla Augustinussen og Jóhan Ejvind Restorff Mouritsen, mugu tó broytingar koma í, um teir ætla sær við aftur.
– Tað er stórur munur á Vodafonedeildini og landsliðsfótbólti, og munurin millum 1. deild og altjóða fótbólt er upp aftur størri, heldur Brian Kerr fyri og sipar til støðuna hjá Palla Augustinussen í VB/Sumba.
Hjá Jóhan Ejvind Restorff Mouritsen er trupulleikin tann, at hann ikki er fastur maður hjá HB. Og tá tú ikki ert fastur maður hjá HB, ber illa til at vera fastur maður á landsliðnum.
Broytingar eisini næstu ferð
Brian Kerr greiðir frá, at vit eisini fara at síggja broytingar í hópinum næstu fer, hann úttekur landsliðið.
– Sum nýggjur í starvinum vil eg fegin síggja so nógvar leikarar sum gjørligt og so tætt sum gjørligt. Tí eru broytingar í hesum hópinum í mun til seinast, og tað verður eisini støðan næstu ferð, eg úttaki ein hóp, sigur Brian Kerr, landsliðsvenjari
Rógvi ikki nóg væl fyri
Ein, sum ivaleyst verður við í einum komandi hópi hjá Brian Kerr, er Rógvi Jacobsen. – Enn havi eg ikki havt møguleika at sæð hann spælt, tí hann er altíð komin inn frá beinkinum. Men hann er spakuliga við at koma seg, men venjingarstøða hansara er ikki nær tí, sum krevst fyri at spæla í móti Frankaríki, greiðir Brian Kerr frá. Hann ger tó greitt, at Rógvi Jacobsen sjálvandi er við í myndini, tá hann er komin fyri seg.
– Eg havi tosað við Rógva Jacobsen og hann er ein stór persónligheit, sigur Brian Kerr, landsliðsvenjari.