Kerr vil hava Mikkelsen á landsliðið

Heimasíðan hjá Norðlýsinum skrivar, at Brian Kerr, føroyskur landsliðsvenjari, hevur boðað Jákupi Mikkelsen frá, at hann fegin vil hava klaksvíkingin millum stengurnar, tá Serbia vitjar á Tórsvølli tann 10. juni.

Jákup Mikkelsen segði við Sosialin í farnu viku, at hann umhugsar støðuna sum føroyskur landsliðsmálverji. Hann boðaði í vetur frá, at hann gavst á landsliðnum, men eftir ymiskar misskiljingar letur hann aftur dyrnar standa opnar.