Kettur hótta fuglalívið í Nólsoy

Heimsins størsti drunnhvítastovnur er hóttur av kettu, men kommunan hevur ikki umstøður at gera nakað við málið

- Ketta beinir fyri 27 prosent av teimum merktu drunnhvítunum.

 

Tað upplýsir Jens Kjeld Jensen í Nólsoy.

 

Hann sigur, at hjá gráspurvunum er talið 19 prosent, sum verður dripið av kettu og heili 50 prosent av ymsum flytifugli verður dripið av kettu.

 

Jens Kjeld Jensen vísir eisini á, at Toxoplasmosa, sum er einkyknað snultidýr, heldur til í vilunum hjá kettu.

 

- Sjúkan smittar við skarninum hjá kettu. Ær sum fáa smittuna í seg, kunnu lambsskjótast nakað fyri lembing, ella tær kunnu lemba deyð ella veik lomb.

 

Jens Kjeld Jensen vil tískil hava,  at greiðar reglur verða settar fyri at hava kettu í Nólsoy og tað hevur hann fyri næstu grannastevnu um.

 

Hann vísir á, at Nólsoy er vorðið eitt Ramsar øki.  Ramsar sáttmálin, sum krevur, at serlig tiltøk vera sett í verk at verja fuglabjørg, lendi, og annað, sum hevur stóran týdning fyri ávísar fuglastovnar.

 

áleggur kommunum at skipa fyri tiltøkum at varðveita og tryggja skynsama nýtslu av fuglabjørgum og øðrum, ið hava serligan týdning fyri ávís fuglasløg.

 

- Nú Nólsoy er Ramsar øki, eiga vit at ansa væl eftir tí. Vit mugu fáa eitt yvirlit yvir spøku ketturnar í Nólsoy, so vit kunnu fáa tamarhald á støðuni við villkettum í oynni, sigur hann.

 

Tí skjýtur hann upp, at allar kettur í Nólsoy skulu vera kippmerktar, og tað er eigarans ábyrgd at syrgja fyri, at navnið á eigaranum hjá kettuni, kippnummarið, liturin og møgulig sereyðkenni hjá kettuni verða skrásett á Umhvørvisdeildini hjá Tórshavnar kommunu.

 

Hvørt húski hevur bert loyvi til at have eina leyst gangandi kettu og forboð verður sett kettum, ið ikke eru skrásettar, at ganga leysar í Nólsoy. 

           

Allar kettur, ið ganga leysar í Nólsoy, skulu bera hálsband og vera geldar, og  Umhvørvisdeildin hjá Tórshavnar kommunu kann til eina og hvørja tíð krevja at síggja djóralæknaváttan um geldingina.

 

Jens Kjeld Jensen sigur, at verður uppskotið hjá honum samtykt á næstu grannastevnu vil hann hava, at Tórshavnar kommuna skal útvega lesara og eisini standa fyri at skráseta ketturnar.

 

Men tað er kommunan ikki sinnað til.

 

Á Býráðsfundi í gjárkvøldið var rætt og slætt samtykt, at tað kommunan hevði ikki orku og umstøður til at kanna og hava eftirlit við øllum kettunum í Nólsoy.

 

Víst varð eisini á, at talan er um eina landsuppgávu.

 

Býráðið samtykti tó at taka málið upp í Kommunufelagnum at vita, um kommunurnar kundu taka nakað stig í slíkum málum.