Keypa ferðaseðlar gjøgnum internet og fartelefon

Í gjárkvøldið skipað Teistanevndin fyri fundi í Skálavík um Teistan. Á fundinum lovaði Johan Dahl, landsstýrismaður, at gera tað, hann er mentur fyri at játtanin til Teistan ikki skal skerjast

Tann 23. novembur í fjør varð skipað fyri almennum fundi í Virkinum á Sandi, har enda­málið var, at øll sluppu at siga sína meining viðvíkjandi Teistanum og allar hansara manglar. Og hvussu Teistin kann tæna Sandoynni betur.
Avtalað varð á fundinum, at allar kommunur í Sandoy­nni skuldu velja eitt umboð, sum komu í eina nevnd, sum skal royna at arbeiða fyri, at Teistin verður betri gagn­nýttur, enn hann er í dag. Sama nevnd skal hava tætt samstarv við Strand­ferðsl­una.
Avtalað varð eisini á fund­inum, at hendan nevndin skuldi hava sín fyrsta fund tann 15. desembur, har tey skuldu millum annað siga sandoy­ingum frá sínum fyrstu ætlanum. Men tann fund­urin hevur ikki verið enn, tí Húsavíkar kommuna hevði ikki havt fund. Men í kvøld hevur Húsavíkar komm­una valt sítt umboð.

Tey, ið sita í
nevndini eru hesi:
• Sands kommuna:
Poul Klementsen
• Skopunar kommuna:
Bjørk Hentze (varafólk Heiðrún Hansen)
• Skálavíkar kommuna: Dánjal Jákup Jacobsen
• Húsavíkar kommuna: Bødvar Hjartvarsson

Í gjárkvøldið hevði Teista­nevndin sín fyrsta fund, og hóast avbera gott veður, so leitaðu fólk sær eystur til Skálavíkar á fund.
Poul Klementsen, for­maður í nevndini, legði fyri­bils niðurstøður fram. Millum annað eru ynski frammi við­víkjandi ferðaseðlum. Sand­oy­ingar vilja, at tað gerst møgu­ligt at keypa ferða­seðlar við fartelefon ella inter­net­inum. Eisini er ynski um, at ferðaseðlaprísurin fer niður, tí verandi ferða­seðla­kostnaður er alt ov høgur, og kvøldtúrarnir hjá Teistanum kl 21 og 23 skulu halda fram.
Poul Klementsen segði fundarfólkinum frá, at nevndin hevur havt fund við Strandferðsluna, og stjór­in, Bogi Mortensen, segði, at nøkur mál fingu teir loyst, og málini viðvíkjandi ferða­seðla­kostnaði og kvøldtúrum fingu teir ikki loyst, tí tey eru politisk.
Síðan tók Jóhan Dahl orð­ið, og hann segði, at Teistin hevði verið trupul hetta sein­asta tíðarskeiðið vegna brek, og hann segði seg skilja, at tað gongur út yvir ar­beiði hjá fólki, flutning, vinnu o. a. Hann fegnast tó um, at loksins er pengingur fingin til vega til at umvæla Teistan fyri. Teistin skal til um­væl­ingar í september mánaði, og 17 milliónir krónur eru játtaðar til umvælingar og fýra milliónir krónur eru játt­aðar til sleipistøð.
Teistin verður úr sigling í níggju vikur, og hetta tíðar­skeiðið røkir Ternan Sandoy­ar­leiðina.
Jóhan Dahl lovaði fundar­fólkinum, at hann vil gera alt, hann er mentur, fyri at finna eina loysn upp á skerjingar hjá Strandferðsluni, og at Teistin siglir seinastu túrarnar, ístað­in fyri at missa teir. Lands­týrismaðurin greiddi eisini frá, at Strandferðslan er farin at arbeiða upp á eina skipan, har tað skal ger­ast møguligt at keypa ferða­seðlar við fartelefon og inter­neti. Viðvíkjandi ferða­seðla­kostnaði, so er Jóhan Dahl fyri einari sam­halds­fastari skipan, men tað er politisk ósemja enn um eina slíka skipan, segði lands­týris­maðurin.
At enda fekk fundar­fólkið at vita frá lands­týris­mann­inum, hvussu nógv Teistin kostar. 15 milliónir krónur um árið eru settar av at reka Teistan fyri, men í 2011, kost­aði Teistin 23 milliónir krón­ur og hevði inntøkur fyri 8,8 milliónir krónur.
Annars var fundurin góður og siðiligur og fundarfólkini vóru ófør at taka orðið og seta spurningar og koma við góðum hugskotum til bæði Teistanevnd og landstýris­mannin í samferðslu­málum, Jóhan Dahl.